Innanlands

Hasfjord skal sigla við farmi í Skopunarfirði

Nýggja farmaskipið hjá Strandfaraskip Landsins er nú skrásett í Føroyum

(Mynd: Ssl.fo)

(Mynd: Ssl.fo)

2020-02-05 11:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hasfjord er nú skrásett í Havn og skal nýtast sum farmaskip í Skopunarfjørði. Hesum boðar Sjóvinnustýrið frá.

Tað var í desember, at Strandfaraskip Landsins kunngjørdi, at norska ferjan M/F Hasfjord var keypt til at føra tungan farm.

Les eisini: Strandferðslan hevur keypt farmaskip

Hasfjord er bygt í 1975, er beint undir 41 metriar long, og er 9,5 metrar breið. Hn hevur ferðafólkaloyvi til 12 fólk. 

Ferjan hevur seinastu tíðini verið til umvælingar og er nú skrásett í føroyska flotanum. Tað er ikki endaliga greitt, nær Hasfjord fer í sigling. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder