Mentan

Háskúlasamstarv um list og burðardygd

Hesa vikuna hava næmingar úr Vallekilde Højskole vitjað Føroya Fólkaháskúla har tey hava hitt føroysk listafólk at tosa um burðardygd innan list

2022-10-06 07:29 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hesa vikuna vitjar ein flokkur av designnæmingum av Vallekilde Højskole á Føroya Fólkaháskúla. Báðir háskúlar luttaka í eini verkætlan, sum eitur Peoples Future Lab, sum endar í mai 2023.

Hugskotið er, at um tú fært høvi at vera við í einari listarligari tilgongd har okkurt verður framleitt, so verður luturin sum tú hevur framleitt, kanska okkurt heilt serligt fyri teg, og fer at liva longri. Tú kennir jørðildið og tilfarið, tú hevur brúkt egnar hendur, og lagt eitt petti av tær sjálvum í tilgongdina.

Vit keypa flestøll bíliga á netinum úr fjarskotnum londum, og nógv av tí endar í skrell ella verður sent retur. Við sjóneykuni á at uppdaga virðið í tí staðbundna og stuttflutta, eisini sum útgangsstøði í branding, intervjua donsku og føroysku háskúlanæmingarnir nøkur av okkara fremstu listafólkum og listahandverkarum, umframt at verksmiður verða í leiri, ljóði, frásøgn, træsniði og binding.

Listafólkini sum hava játtað at lata seg intervjua ella at halda verksmiðjur, eru Tróndur Patursson, Guðrið Poulsen, Katrina í Geil, Ole Jacob Nielsen, Poulina Jóhannesardóttir, Heini Ziska Davidsen og Tóra Hansen.

Verkætlanin endar við, at háskúlanæmingarnir úr báðum londum, saman skapa eitt ískoyti til grafikkframsýningina “Spor, ið verða til”, sum letur upp í Norðurlandahúsinum leygardagin.

Í november fara næmingarnir á Føroya Fólkaháskúla á vitjan til Vallekilde, og saman gera næmingarnir eina dokumentatión av heildarverkætlanini. 20 aðrir háskúlar í Danmark og kring heimin gera samstundis sína útgávu av verkætlanini.

Endamálið er at háskúlaundirvísingin framyvir altíð tekur støði í tí burðardygga.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder