2024-04-16 13:26
Leiðslan í Kirkjuligu Heimamissiónini ásannar, at áhugin fyri einum bíbliuháskúla ikki er til staðar í løtuni. Ov fáar umsóknir vóru komnar inn, tá tilmeldingarfreistin at byrja á bíbliuháskúla í Nesvík, fór herfyri.
Ætlanin og royndin um nýggjan háskúla er tí slept á hesum sinni.
- Tað er at harmast um, at okkara ungu ikki síggja tørvin at seta tíð av til eitt bíbliuskúlaskeið, sum gevur fordjúpan í Guds orð, bøn og ein góðan felagsskap, sigur Heri Kjærbo, formaður í Kirkjuligu Heimamissiónini, við Trúboðan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald