2022-12-19 15:18

Leygardag 18. desember 1982 lat svimjihøllin í Gundadali dyrnar upp á fyrsta sinni, og harvið vóru tað í gjár júst 40 ár síðani, at hetta hendi.
Í tí sambandi fingu borgar bjóða at svimja ókeypis og at fara í gosbaðið.
Dagurin verður eisini hildin á sín hátt í morgin, týsdagin 20. desember klokkan 15, við lítlum hátíðarhaldi í Svimjihøllini.
Tórshavnar kommuna skrivar, at borgarstjórin fer at siga nøkur orð og okkurt gott verður afturvið einum drekkamunni.
- Í sambandi við føðingardagin verður ókeypis svimjing allan dagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald