Leygardagin 14. desesmber. klokkan 13. verður alment hátíðarhald við brúnna um Stóra, nú nýggja og snotiliga brúgvin er liðug og klár at taka í brúk.
Soleiðis skrivar Sunda kommuna á heimasíðu sínari.
Brúgvin við Stóra er tað, sum skilir Streymnes og Hvalvík, og er hon tí eitt heldur serstakt "mark".
Arbeitt hevur verið við henni seinastu tíðina, og nú leygardagin verður markað, at hon er liðug.
Byrjað verður á Streymnes síðuni, har Eiðis ljómfelag spælir og Jógvan Kruse sigur nøkur orð. Aftaná bandið er klipt, koyrur fyrsti bilurin um brúnna og í hølinum á honum ganga øll tey ið eru møtt upp, skrivar sunda.fo.
- Mitt á brúnni steðga vit til eina felags mynd sum Kjartan Madsen tekur við dronuni (um veðrið er til tað).
Aftaná er drekkamuður og lagkøga á "hinari síðuni" - í Hvalvíkar skúla.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald