Innanlands

Hátíðarhalda viðarlundir Kristi himmalsferðardag

Tríggjar viðarlundir í Tórshavnar Kommunu hava serligan ársdag í 2024, og í tí sambandi verður hátíðarhald úti í Grið 9. mai

90 ár eru liðin, síðani fyrstu trøini vórðu gróðursett uppi í Kerjum. 50 ár eru liðin, síðani trø vórðu gróðursett í viðarlundini í Havnardali og í viðarlundini úti í Grið (Mynd: torshavn.fo)

90 ár eru liðin, síðani fyrstu trøini vórðu gróðursett uppi í Kerjum. 50 ár eru liðin, síðani trø vórðu gróðursett í viðarlundini í Havnardali og í viðarlundini úti í Grið (Mynd: torshavn.fo)

2024-04-16 19:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggjar viðarlundir í Tórshavnar Kommunu hava ársdag í 2024, og 9. mai verður ársdagur fyri viðarlundirnar í kommununi. Tað verður hátíðarhildið Kristi himmalsferðardag, boðar kommunan frá.

Hetta hátíðarhaldið verður í viðarlundini í Grið – við Landavegin og Frælsi.  Harmonikufelagið spælir tónleik, Heðin Mortensen, borgarstjóri, heldur røðu Jóhann Mortensen, formaður í Skógfriðingarnevndini, heldu røðu. Bjóðað verður kaffi, te og sunkist.

Skógrøktin ferð at gróðurseta trøð í øllum trimum viðarlundum áðrenn hátíðarhaldið, skrivar torshavn.fo.

90 ár eru liðin, síðani fyrstu trøini vórðu gróðursett uppi í Kerjum. 50 ár eru liðin, síðani trø vórðu gróðursett í viðarlundini í Havnardali og í viðarlundini úti í Grið.

Til ber at lesa meira um viðarlundirnar niðanfyri  - kelda: torshavn.fo

Viðarlundin í Kerjum

Føroya Amt lat í 1932 Tórshavnar kommunu stívliga tríggjar hektarar av Vestara Húsagarðsfesti til at seta niður skógartrø.

Í 1934 fekk Plantasjunevndin 8000 trø, men hevði ikki pening til arbeiðið at planta trøini. Nevndin heitti tí á Skótalið Sigmunds Brestirsonar um at planta trøini. Tað eru 90 ár síðani.

Viðarlundin er stívliga 32.000 fermetrar.

Viðarlundin í Havnadali

Viðarlundin í Havnadali er tann størsta viðarlundin í landinum.

Kommunan, sum eigur lendið, lat í 1974 lesa skógfriðingarbræv á økið. Sostatt hevur viðarlundin í Havnadali 50 ár á baki.

Viðarlundin er um 280.000 fermetrar, men stórur partur av tí stóra lendinum er ikki plantaður.

Viðarlundin í Grið

Viðarlundin úti í Grið - við Landavegin og Frælsi - er eisini 50 ár í ár. Tá bygt varð á traðunum á Frælsinum og móti Landavegnum í 60unum og fyrst í 70-árunum, kom ynski fram um at fáa eitt fríøki við runnum. 

Tórshavnar kommuna, sum átti lendið, lat tí hetta økið skógfriða í 1974. Farið varð at gróðurseta beinanvegin.

Lundin er 11.400 metrar í vídd.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder