2019-01-16 18:32
Anne-Elisabeth Falkevik Hagen hevur verið burtur síðani 31. oktober, tá brotsmenn tóku hana úr heimi sínum í Lørenskog, sum liggur hálvan tíma frá Oslo. Anne-Elisabeth er kona Tom Hagen, sum er mettur at eiga eitt virði á 1,2 milliardir danskar krónur.
Norska løgreglan helt sakini loyniliga, inntil fyri kortum, tá almenningurin fekk at vita um brotsgerðina. Løgreglan bað almenningin um at hjálpa sær, og sigast má at tað gjørdi almenningurin.
Løgreglan hevur inntil nú fingið 930 tipp frá fólki, sum siga seg vita okkurt um persónar, bilar og støð, har Anne-Elisabeth møguliga er goymd, skrivar vg.no.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald