
Stutt eftir klokkan sjey í morgun hevði løgreglan fingið 49 fráboðanir um stormskaðar, og síðan tá eru umleið líka nógvar fráboðanir komnar afturat, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.
Les eisini: 49 fráboðanir komnar í nátt og í gjárkvøldið
Les eisini: Ikki nógv eftir av tjaldinum
Løgreglan fekk fyrstu fráboðanina klokkan 15.19 fríggjadag seinnapart, og nógvar fráboðanir komu inn í gjárkvøldið og í nátt millum klokkan 22 og 03. Síðan í morgun, tá fólk byrjaðu at vakna, eru nógvar fráboðanir komnar afturat.
– Vit hava fingið fráboðanir allastaðni frá meira ella minni, men kanska serliga í norðurøkinum, sigur vaktleiðarin við Portalin.
Í dag hevur talan í flestu førum verið um húsaskaðar. Fráboðanir eru komnar inn um brotin vindeygu og hurðar, og eitt nú í Elduvík høvdu tvey hús fingið stóran skaða. Har var talan um bæði brotnan rút og vegg.
– Annars hevur tíbetur ikki verið boðað frá stórum skaða, upplýsir vaktleiðarin, sum leggur afturat, at tey heldur ikki hava fingið nakra fráboðan um fólkaskaða í hesum sambandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald