
Granskarar, sum kanna tilfarið á gongustjørnuni mars, siga, at tey hava funnið møgulig tekin um, at smáverur – mikroorganismur – møguliga hava livað har.
Hetta kann tó ikki staðfestast við 100 prosents vissu, og granskararnir siga, at ikki-lívfrøðiligar forkláringar kunnu vera møguligar.
Granskarar hava kannað steinar, sum fjarstýrda akfarið ella rovarin, Perseverance, hevur savnað.
- Júst nú hava vit ikki aðrar forkláringar, enn at tað einaferð hevur verið lív. Men tað kann vera, at onkur er, sum er klókari enn vit. Tí leggja vit nú dáturnar fram, sigur JohnLeif Jørgensen, professari og deildarleiðari á DTU Space við Danmarks Radio.
David Arge Klevang (Savnsmynd)
Føroyingurin David Arge Klevang er eisini partur av granskaratoyminum hjá DTU Space, og hann var eisini við til at menna akfarið, sum nú kannar tilfarið á mars.
John Leif Jørgensen, David Arge Klevang og ein hópur av øðrum granskarum hava í dag almannakunngjørt eina grein í vísundatíðarritinum Nature har teir lýsa hvat tað er, sum Perseverance hevur funnið á mars.
Úrslitini verða mett sum stórtíðindi, sum kunnu broyta okkara fatan av lívi yvirhøvur.
Vónin hjá granskarunum er nú, at tað fer at eydnast teimum at flyta tilfarið frá Perseverance niður á jørðina. Higartil eru kanningarnar gjørdar umvegis teir hátøkniligu møguleikarnir, sum eru til staðar.
Trupulleikin er, at ætlanin hjá Nasa at fáa tilfarið heimaftur av mars, Mars Sample Return, er fyri avbjóðingum, tí amerikanski forsetin hevur boðað frá, at hann hevur aðrar ætlanir, sum umfata at senda astronautar út á mars eftir tilfarinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald