Innanlands

Hava gjørt avtalu um taxa tilkalliloysn til leið 58

Talan er um eitt samstarv millum Strandferðsluna, Klaksvíkar kommunu og Fugloyar kommunu – Tilkalliloysnin er galdandi, um eingin bussur sambindur leið 58 við Klaksvík

Mynd: SSL

Mynd: SSL

2021-04-28 08:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í samstarvi við Klaksvíkar kommunu og Fugloyar kommunu hevur Strandferðslan gjørt avtalu um eina taxa tilkalliloysn úr Hvannasundi til Klaksvíkar, tá eingin bussur er tøkur frá leið 58. Loysnin byrjaði at virka 26. apríl.

Taxa tilkalliloysnin úr Hvannasundi til Klaksvíkar er bara galdandi, um so er, at eingin bussur sambindur leið 58 við Klaksvík, og gevur henda loysnin tá møguleika at ringja til Kvikk TAXA á telefon 595555, skrivar Strandferðslan á heimasíðuna.

Ferðandi við tilknýti til Fugloy og Svínoy kunnu fáa borgarakort, sum verður framleitt og umsitið av Klaksvíkar kommunu og Fugloyar kommunu.

Fyri ferðandi við borgarakorti er kostnaðurin 50 kr. við Kvikk TAXA úr Hvannasundi til Klaksvíkar. Onnur ferðandi rinda fullan prís fyri taxa koyring. Gjaldið verður avroknað á staðnum við taxaførara.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder