Ovasti semingsmaður hjá Russlandi í turkiska býnum Istanbul, Vladimir Medinskij sigur í dag, at samráðingar við ukrainsku semingsmonnunum hava verið jaligar.
Ukrainsku semingsmenninir siga eisini, at eftir tey framstig, sum eru gjørd í dag, er tað nú møguligt at fáa ein fund í lag millum russiska forsetan, Vladimir Putin, og ukrainska forsetan, Volodimyr Zelenskyj.
Sambært Ritzau lova russarar eisini at minka munandi um hernaðarliga virksemið við Kyiv, høvuðsstaðin í Ukraina.
Mevlüt Çavusoglu, uttanríkisráðharri í Turkalandi váttar fyri tíðindasotvuni Reuters, at munandi framstig eru gjørd í dag. Lagt verður afturat, at meira torfør evni verða umrødd seinni. Nær hetta verður, verður ikki upplýst.
Áðrenn samráðingarnar byrjaðu í dag segði turkiski forsetin, Recep Erdogan, at tíðin var komin til ítøkilig úrslit.
Les eisini: Erdogan: Tíðin er komin til ítøkilig úrslit
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald