Amerikanska rúmdarumsitingin, Nasa, hevur nú aftur fingið samband við rumdarkanningarfarið Voyager 2.
Í gjár bóru vit tíðindini um, at Nasa hevði mist sambandið eftir at eini feilboð vórðu send út til farið, sum førdi við sær, at tað fluttu antennuna eitt sindur burtur frá jørðini.
Les: Nasa hevur mist sambandið við Voyager 2
Í gjár boðaði Nasa frá, at tey høvdu fingið “lívtekin” frá rúmdarfarinum, sum síðan 1977 hevur kanna rúmdina. Signal frá Voyager 2 vórðu fangað undir eini regluligari skanning av himmalrúminum.
Voyager 2 er næstan 20 milliardir kilometrar frá jørðini. Farið ferðast við eini ferð á yvir 55.000 kilometrar um tíman úti í interstellaru rúmdini millum sólskipanirnar.
Síðan 21. juli hevur ikki verið møguligt at senda boð út til farið, sum heldur ikki hevur havt møguleika at senda dátur aftur til jørðina.
Nú er vón birt um aftur at kunna samskifta við farið, hóast tað enn bert er talan um avmarkað samband millum Voyager 2 og Jørðina.
Havast skal í huga, at Voyager 2 er statt so langt úti í rúmdini, at tað tekur 18 tímar frá tí, at varið sendir eini boð avstað áðrenn tey kunnu fangast av teimum stóru antennustøðunum á jørðini.
Nasa sigur, at signalini, sum eru fangað frá Voyager 2 vísa, at rúmdarfarið virkar sum tað skal. Nú verður av øllum alvi roynt at bombardera tey røttu boðini út í rúmdina í vón um, at tey verða fangað av Voyager 2, so so kann rætta seg inn.
Ritbúnaðurin á rúmdarfarinum er gjørdur soleiðis, at hann verður null-stillaður nakrar ferðir um árið. Næsta nullstilling er tó ikki fyrr enn 15. oktober
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald