Innanlands

Hava kært dómin til Landsrættin

Marner Jacobsen, Frithleif Olsen og Odd Bjellvåg hava kært dómin, sum varð sagdur í Føroya Rætti 18. november

Marner Jacobsen (Savnsmynd)

Marner Jacobsen (Savnsmynd)

2019-11-30 11:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Marner Jacobsen, fyrrverandi forstjóri í táverandi Eik banka, Frithleif Olsen, nevndarformaður, og Odd Bjellvåg, nevndarlimur, hava kært dómin, sum varð sagdur í Føroya Rætti fyri gott tveimum vikum síðani.

Tað váttaði sakførari hjá Odd Bjellvåg fyri Kringvarpinum í gjár.

Tað var 18. november, at teir tríggir vórðu dømdir at rinda tilsamans 150 mió. krónur afturat til Finansiel Stabilitet, sum bjargaði táverandi Eik bankan.

Les eisini: Tríggir Eik-menn dømdir at rinda 150 milliónir krónur

Í rættinum vórðu Bjarni Olsen, eisini fyrrverandi stjóri í Eik banka, og grannskoðari hjá bankanum, Hans Laksá, fríkendir, og Kringvarpið veit at siga, at Bjarni Olsen ikki hevur kært dómin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder