Innanlands

Hava latið barnagarðin á Eiði aftur

Vantandi reingerðing ger, at yvir 30 børn nú ikki kunnu fara í barngarð. Vøggustovan Í Korndalsgarði á Eiði er tó framvegis opin

Tað er ymiskt, hvussu reingeriðsfólk eru rakt av verkfallinum (Mynd: eidi.fo)

Tað er ymiskt, hvussu reingeriðsfólk eru rakt av verkfallinum (Mynd: eidi.fo)

2024-05-16 14:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Verkfallið hjá arbeiðarafeløgunum vegna lønartrætuna við Fíggjarmálaráðið rakar ymiskt. 

Fyrr í dag skrivaðu vit um, at dagstovnaøkið á Tvøroyri longu er lagt lamið. Frítíðarskúli og forskúli verða bert opin í morgin, fríggjadagin, afturat.

Hetta er vegna vantandi vasking. Í fleiri støðum er tað so, at tey, ið taka sær av hesum, eru í verkfalli. Hetta kann hava við sær, at skúlar og dagstovnar noyðast at lata aftur, og tað sást í 2003, tá arbeiðarafeløgini seinast vóru í verkfalli. Tað er jú heldur ikki lógligt at taka upp verfallrakt arbeiði.

Á Eiði er tað ymiskt, hvussu Korndalsgarður verður raktur av verkfallinum. Dagstovnurin hevur tvær barngarðsstovur og tvær vøggustovur. Kristinu Toftegaard Larsen sigur við Kringvarpið, at tað er ymiskt, hvussu reingeriðsfólk eru rakt av verkfallinum. Tey, ið vaska barnagarðin, eru í verkfalli - hini eru ikki.

Harvið kann vøggustovan koyra sum vanligt, meðan barngarðurin á Eiði nú er latin aftur. Tveir dagar uttan vasking var ov nógv. 

Hoyr alla samrøðuna hjá Kristinu Toftegaard Larsen við KVF her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder