Innanlands

Verkfallið rakar nú dagstovnaøkið hjá Tvøroyrar kommunu

Vøggustovan er longu latin aftur, og barnagarðurin hevur bert opið í dag afturat. Hetta er vegna vantandi reingerð. Opið er í frítíðarskúlanum og forskúlanum í morgin afturat

- Barnagarðurin Mýrifípan og forskúlin Gluggin, hjá Tvøroyrar kommunu, verða stongd, nú reingerðarfólkini eru farin í verkfall. Reinføri er ein sera týðandi partur á dagstovnum, og Tvøroyrar kommuna metur út frá heilsufrøðuligum sjónarmiði, tað ikki verða ráðiligt at hava opið, tá ikki verður vaskað á stovninum (Mynd: Tvøroyrar kommuna)

- Barnagarðurin Mýrifípan og forskúlin Gluggin, hjá Tvøroyrar kommunu, verða stongd, nú reingerðarfólkini eru farin í verkfall. Reinføri er ein sera týðandi partur á dagstovnum, og Tvøroyrar kommuna metur út frá heilsufrøðuligum sjónarmiði, tað ikki verða ráðiligt at hava opið, tá ikki verður vaskað á stovninum (Mynd: Tvøroyrar kommuna)

2024-05-16 12:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein avleiðing av verkfallinum hjá arbeiðarafeløgunum er, at eingin vaksing er á ymiskum stovnum.

Hetta tekur Tvøroyrar kommuna nú avleiðingina av. 

- Barnagarðurin Mýrifípan og forskúlin Gluggin, hjá Tvøroyrar kommunu, verða stongd, nú reingerðarfólkini eru farin í verkfall. Reinføri er ein sera týðandi partur á dagstovnum, og Tvøroyrar kommuna metur út frá heilsufrøðuligum sjónarmiði, tað ikki verða ráðiligt at hava opið, tá ikki verður vaskað á stovninum.

Kommunan ger harvið beinanvegin greitt, at tað illa ber til at hava opið á slíkum stovnum, tá eingin er at gera reint. Tað er heldur ikki so einfalt sum, at onnur starvsfólk kunnu taka sær av vaskingini: Hetta vildi verið at tikið upp verkfallsrakt arbeiði.

Heimasíðan tvk.fo skrivar, at kommunan hevur tikið avgerð um at lata fýra stovnar aftur, so leingi verkfall er, ella til møgulig undantøk verða givin.

Vøggustovan var tann fyrsta at lata aftur. Hetta var frá í gjár, mikudegnum 15. mai. Barnagarðurin hevur opið í dag afturat, men er stongdur frá og við fríggjadegnum 17. mai.

Fyri frítíðarskúlan og forskúlan Glugggan er tað galdandi, at teir verða stongdur frá og við týsdegnum 21. mai, uttan so at broytingar koma í. Hetta merkir, at hesir bert hava opið í morgin afturat: Síðani kemur vikuskifti og 2. Hvítusunnudagur, ið er heiligdagur, mánadagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder