Fyritøkur í Føroyum hava tikið væl ímóti áheitanini frá Granskingarráðnum at lata stuðul til korona gransking. Higartil hava fimm fyritøkur játtað tilsamans 1.980.000 krónur til COVID-19 átakið, sum Granskingarráðið skipar fyri.
Stuðulin frá fyritøkunum skal leggjast afturat milliónini, sum Granskingarnevndin hevur sett av frá Granskingargrunninum og Sjúkrakassagrunninum. Tilsaman eru tí nú nærum 3 milliónir krónur tøkar til at stuðla koronatengdum granskingarverkætlanum.
Hesar fyritøkur hava játtað stuðul til átakið:
Poul Michelsen samtakið 500.000 kr.
Bank Nordik 1.000.000 kr.
Tjaldur 30.000 kr.
Articon 250.000 kr.
MEST 200.000 kr.
Wilhelm E. Petersen, formaður í granskingarnevndini, er fegin um dygga stuðulin.
- Stuðulin frá vinnuni ger sera stóran mun í arbeiðinum at kortleggja og granska korona ávirkanina í Føroyum og avleiðingarnar á samfelagið nú og frameftir. Hetta gevur okkum munandi betri møguleika at stuðla nógv fleiri verkætlanum, enn tað vit høvdu møguleika at seta av til gransking í korona relateraðum viðurskiftum.
Áhugin at granska er stórur
Síðani lýsingin um hendan stuðulsmøguleikan varð kunngjørd, eru fleiri umsóknir komnar inn. Tað er eingin føst umsóknarfreist, umsóknir verða viðgjørdar leypandi, so farast kann í gongd beinanvegin. Tær fyrstu umsókninar verða viðgjørdar í hesi vikuni, skrivar Granskingarráðið á heimasíðu síni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald