Hernaðarstýrið í Myanmar hevur longt neyðrættarstøðuna í landinum við seks mánaðir, so hon kemur at vara fram til 1. februar 2023.
Tað skrivar Ritzau, ið endurgevur lokalar miðlar.
Fyrstu ferð hernaðarstýrið lýsti neyðrættarstøðu í landinum var eftir hernaðarkvettið í februar í fjør, tá stjórnin við Aung San Suu Kyi á odda varð koyrd frá.
Neyðrættarstøðan gevur m.a. stýrinum heimild til at koyra persónar í fongsul og sláa hart niður á mótmælisfólk, og sambært hernaðarstýrinum er tað neyðugt at leingja neyðrættarstøðuna fyri at tryggja frið og støðufesti í landinum.
Hernaðarkvettið í fjør elvdi til stórar mótmælisgongur, og síðan tá hevur ófriður verið í landinum. Sambært hernaðarstýrinum var vaslvik orsøkin til, at flokkurin hjá Aung San Suu Kyi vann valið í 2020. Hetta hava altjóða eygleiðarar tó víst aftur.
Stýrið í Myanmar hevur fyrr lovað, at nýval verður í august 2023, men tíðarætlanin er longu broytt fleiri ferðir, og ivast fólk í, at tað fer at ganga rættvíst fyri seg.
Les eisini: Fýra fangar avrættaðir í Myanmar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald