2020-06-04 11:24
Tað eru nú seks vikur síðani seinastu staðfestu koronatilburðirnir vórðu staðfestir í Føroyum. Heilsumálaráðið upplýsir, at tær seianstu 3.733 kanningarnar hava verið negativar.
Hetta er beint undir 40 prosent av teimum gjørdu kanningunum. Í dag kann staðfestast, at 10.003 kanningar eru gjørdar. Nøkur eru kannaði meira enn einaferð, men tað svarar til 19 prosent av fólkatalinum (52.428 - pr. 1. apríl).
146 kanningar vórðu gjørdar í gjár, skrivar Heilsumálaráðið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald