Amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Antony Blinken ger greitt, at ætlanin hjá USA ikki inniber eitt stjórnarskifti í Russlandi ella nakra aðrastaðni.
Tað sigur hann dagin eftir, at amerikanski forsetin, Joe Biden í einari røðu í Póllandi segði, at russiski forsetin, Vladimir Putin ikki kann verða verandi við valdið.
– Eg haldi, forsetin og Hvítu Húsini gjørdu greitt, at Putin ikki kann hava nakra heimild at føra kríggj ella annan ágang móti Ukraina ella nøkrum øðrum, segði hann við tíðindafólk í Jerusalem, har hann er staddur í løtuni.
– Tit hava hoyrt okkum endurtaka ferð eftir ferð, at vit ikki hava eina ætlan um at fáa eitt stjórnarskifti í Russlandi – ella nakra aðrastaðni.
Í kjalarvørrinum á viðmerkingini hjá Biden kom eisini ein fráboðan úr Hvítu Húsunum um, at tað ikki skuldi skiljast sum, at USA vildi hava eitt stjórnarskifti í Russlandi, skrivar Ritzau.
Les eisini: Biden: Putin kann ikki verða sitandi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald