Innanlands

Hava spælt við eld á almennum vesi

Tað er hent nakrar ferðir, at løgreglan hevur fingið fráboðan um eld á vesinum í Steinatúni í Havn, og í gjárkvøldið hendi tað aftur – Talan var tó ikki um nakran stóran skaða

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-11-26 11:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um klokkan 18 í gjárkvøldið varð ringt til løgregluna at boða frá royki úr almenna vesinum í Steinatúni í Havn.

Talan var, sum skilst, um onkran, sum hevði koyrt pappír í vaskið og sett eld á.

Hóast nógvan royk, var talan tó ikki um nakran størri skaða, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Hann leggur afturat, at tað er hent fleiri ferðir, at tey verða bosend, tí at onkur hevur spælt við eld inni á hesum vesinum, og hetta er álvarsamt, tí tað kann elva til stóran skaða.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder