Innanlands

Hava stolið fleiri ferðir í sama matvøruhandil

Talan er um fleiri ungdómar, sum seinasta mánaðin hava tikið ymiskt í einum handli í høvuðsstaðnum. Nú er málið meldað

Tað eru fólk, sum ikki eru myndug, og samanlagt er talan um 7-8 fólk, sum hava framt stuldur á sama staði seinastu tíðina, upplýsir vaktleiðarin. Vakmyndatól er nýtt (Mynd: Sverri Egholm)

Tað eru fólk, sum ikki eru myndug, og samanlagt er talan um 7-8 fólk, sum hava framt stuldur á sama staði seinastu tíðina, upplýsir vaktleiðarin. Vakmyndatól er nýtt (Mynd: Sverri Egholm)

2024-12-11 08:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eru "smálutir", sum talan er um so at siga hvørja ferði. Mest er tað matvørur - millum annað góðgæti.

Samanlagt er tó talan um fitt av virði, og nú skal tað steðgast.

Vaktleiðarin á løgreglustøðuni í Havn upplýsir í morgun, at ein matvøruhandil í høvuðsstaðnum hevur meldað áhaldandi stuldur.

Hendingarnar eru farnar fram síðani einaferð í síðsta mánaða - í november. Vakmyndatól hevur verið eitt amboð.

Sambært løgregluni er talan um unglingar. Tað eru fólk, sum ikki eru myndug, og samanlagt er talan um 7-8 fólk, sum hava framt stuldur á sama staði seinastu tíðina.

Tað varð ikki staðfest júst hvussu ofta, hetta er hent, men talan er um nógvar hendingar seinasta mánaðan.

Útfrá millum annað vakmyndum veit løgreglan, hvørji talan er um og tosað verður við tey í vikuni, staðfestir vatktleiðarin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder