Mentan

Havnar Hornorkestur 120 ár

Georg Hansen – Bakar Hansen – var tann, sum fyrst í farnu øld lærdi havnafólk at spæla upp á eitt nú horn

(Mynd: Havnar Hornorkestur)

(Mynd: Havnar Hornorkestur)

2023-02-13 16:59 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag eru liðin 120 ár síðan Føroya elsta orkestur, Havnar Hornorkestur, varð sett á stovn.

Søgan byrjar við, at ein bakari kom úr Danmark...

Mangan verður sagt, at tú skal ikki blása við mjøli í munninum. Men hóast hesi góðu ráð hava verið hyggjuráð í øldir, mugu vit ásanna, at byrjanin til søguna um Havnar Hornorkestur júst var, at Tinganes-handlinum vantaði ein bakara at blanda mjølið við ymiskar aðrar úrdráttir, sum handilin so kundi selja havnarfólki sum leskiligar vørur.

Tá kom bakarin Georg Hansen – Bakar Hansen – til Havnar at arbeiða, og hann hevði sera stóran musikalskan áhuga og byrjaði alt fyri eitt at læra havnarfólk at spæla tónleik á ymisk ljóðføri – eisini hornljóðføri, og hetta var so byrjanin til Havnar Hornorkestur, sum varð sett á stovn 13. februar 1903, altso fyri 120 árum síðan.

Havnarfólki dámdi væl at hetta orkestrið var sett á stovn, og fólk savnaðust uttan fyri venjingarhølini hjá orkestrinum, bert fyri at hoyra hesar nýggju tónarnar, sum vóru komnir til býin. Tá vandi orkestrið í gymnastikhúsinum, sum stóð vestantil í Boisensgarði. Sunnudagar plagdi orkestrið at venja uttandura.

Tað fyrsta man veit um, at orkestrið spældi alment, var 1902, tá orkestrið marsjeraði gjøgnum býin og yvir á Skansan, hetta í samband við, at tað vóru 50 ár liðin síðan Løgtingið varð endurstovnað.

Nógvir tónar eru spældir síðan tá og nógvar konsertir eru spældar og eisini fleiri uttanlandsferðir eru gjørdar. Havnar Hornorkestur hevur eisini luttikið í trimum evropeiskum kappingum, í Bergen, Glasgow og Belfast. Í 2004 vann Havnar Hornorkestur kappingina fyri evropeisk hornorkestur í b-bólkinum, sum varð hildin í Glasgow. Ein stór løta…

Havnar Hornorkestur hevur havt fleiri útlendskar venjarar. Um ein skal takast fram, so er tað bretin Robert Oughton, sum vandi Havnar Hornorkestur í fleiri ár. Av føroyingum, sum hava vant Havnar Hornorkestur, skulu vit her nevnað Ova Olsen, sum vandi orkestrið í fleiri enn 40 ár. Ove Olsen andaðist á flaggdegnum 25. apríl 2021.

Í dag venur Tróndur Herason Olsen Havnar Hornorkestri og orkestrið telur umleið 30 virknar spælarar. 

Kelda: Havnar Hornorkestur

Herundir nakrar myndir av Havnar Hornorkestri úr savni okkara (trýst á myndirnar fyri at fáa tær størri)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder