placeholder
Mentan

Havnin í jólahýri í Perluni

Býarsavnið hevur serliga framsýning allan desember mánað

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2022-12-02 13:45 Author image
Tíðindaskriv
placeholder


Í jólamánaðinum ber til at uppliva framsýningina “Havnin í jólahýri” hjá Tórshavnar býarsavni.

Framsýningin letur upp í Perluni í Tórsgøtu í dag klokkan 14. Við úrvaldum myndum og lutum gevur framsýningin eina tíðarmynd av fýra áratíggjum. Dentur verður lagdur á jólini og tað, ið keypast kundi á jólum, og fevnir hesin partur um 1930-1959.

Harumframt er ein partur, ið lýsir jólini heima í 1960-árunum. Henda framsýning byrjar niðriundir og heldur fram á balkongini. Vit síggja mótan í hesum tíðarskeiði, hvønn tónleik fólk lurtaðu eftir og hvørji bløð fólk lósu o.s.fr. Eisini eru leikur av ymsum slag og aðrir lutir, ið lýsa heimalívið tá á døgum.

Framsýningin verður stuðlað við myndum, lýsingum og tekstum úr bløðum.

Eisini er eitt jólatræ við gomlum jólapynti at síggja.

Tað verður møguligt hjá børnum at lita myndir og klippa jólapynt. Karamellur eru eisini at fáa.

Framsyningin er opin allar dagar í viku fram til jóla og aftur 28., 29. og 30. desember frá klokkan 14 til 18. 

[object Object]

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder