Mentan

Heartist í Filmsfelagnum

Nú verður høvi at síggja nýggja heimildarfilmin um Sigrun Gunnarsdóttir í Føroyum 

2023-03-30 07:32 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Mikukvøldið sýnir Filmsfelagið ”Heartist”, sum er nýggi heimildarfilmurin um føroysku listakvinnuna Sigrun Gunnarsdóttir (f.1950).

Við leikstjórunum Marionnu Mørkøre og Beintu á Torkilsheyggi er filmurin ein nútímans lýsing av eini spennandi listakvinnu, sum virkar á Eiði, sýnir fram kring allan heim, og altíð arbeiðir málrættað við málningalistini. 

Men hvør er kvinnan, sum avrikar øll listaverkini?

Støðið verður tikið í Sigrun sum persóni og listafólki – eru líkleikar og mótsetningar millum persónligheitina og einstøku listaverkini?

Bretska Katy Beveridge hevur gjørt heilt serligar animatiónir úr málningunum, sum tykjast fara á flog.

Ole Wich, ið hevur samarbeitt við listakvinnuni av Eiði, fer at innleiða, og eftir sýningina verður prát við Sigrun og báðar leikstjórarnar, har eisini høvið verður at seta spurningar úr salinum.

Rógviper og Kykmyndir hava framleitt nýggja føroyska heimildarfilmin ”Heartist”, sum varð frumsýndur á filmstevnuni CPH:DOX hin 19. mars. 

Í ummæli í fremsta danska filmstíðarriti, Ekko, fær filmurin ikki færri enn fimm stjørnur. Føroyskir ummælarar, Kim Simonsen og Birgir Kruse, hava eisini givið filminum besta ummæli.

“Heartist” verður sýndur í Havnar Bio mikukvøldið 4. apríl kl. 20 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder