Innanlands

Heðin Mortensen: Eiga at stovna nýggja gastronomiska kokkaútbúgving í Havn

11 tær bestu matstovurnar í Føroyum eru í Tórshavnar kommunu, og tí er tað natúrligt at bjóða matstovuvinnuni útbúgvingarligu karmarnar har, sigur borgarstjórin

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu (Savnsmynd)

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu (Savnsmynd)

2021-02-07 11:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Blaðnum Vikuskifti, sum varð givið út farna vikuskifti, stóð at lesa, at góðskuleiðarin hjá Smyril Line og harvið eisini á hotellunum Hafnia og Brandan, Svein í Heiðum, helt, at ein kokka- og tænaraútbúgving átti at verið í Havn.

Áhugi hevur ikki verið hjá matstovuvinnuni at senda kokkalærlingar til Klaksvíkar á kokkaskúla, og verða lærlingar sendir til Danmarkar í staðin.

Svein í Heiðum skeyt upp, at ein slík útbúgving kundi vera á Glasi í Havn ella í tilknýti til Glasir; tí skal útbúgvingin málrættast móti matstovuvinnuni, hevði hon ligið best í høvuðsstaðnum, tí tað er har, matstovurnar eru, segði hann.

Útsøgnin hjá Svein í Heiðum fall ikki í góða jørð hjá Jógvan Skorheim, fyrrverandi borgarstjóra í Klaksvík.

Um kokkaútbúgvingin skal uppraðfestast, eigur meira peningur at verða settur í verandi útbúgving í staðin, heldur hann.

Les eisini: Blívur tað betri um tað er í Havn

Núverandi borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, heldur hinvegin, at tað hevði verið eitt gott hugskot at stovna nýggja kokkaútbúgving í Havn.

– Ein samlað føroysk matstovuvinna vil hava eina nýggja kokkaútbúgving í Føroyum. Og ein samlað matstovuvinna vil hava hesa útbúgvingina at liggja í Havn. Hesum taki eg fult undir við, sigur hann í lesarabrævi.

Av teimum 300 bestu matstovunum, sum eru savnaðar í Den danske spiseguide, eru 11 føroyskar matstovur, og allar liggja í Tórshavnar kommunu, vísir Heðin Mortensen á.

Slík útbúgving finst ikki í Føroyum

Talan er ikki um at flyta verandi útbúgving til Havnar men um at stovna nýggja útbúgving, sum vendir sær til gastronomisku matstovuvinnuna.

– Eingin ætlan er um at flyta nakað úr Klaksvík til Havnar, sum longu er har norðuri. Men ein nýggj kokkaútbúgving, sum vendir sær til gastronomisku matstovuvinnuna, eigur sjálvandi at liggja í Havn.

– Vinnan hevur tosað um slíka nýggja kokkaútbúgving í fleiri ár. Henda útbúgvingin er ikki at finna í Føroyum í dag, og júst hetta hevur leingi verið ein stór avbjóðing í vinnuni. 

– Ofta eru tað ungfólk, sum vilja í læru. Men at senda 16-17 ára gomul ung av landinum at fara í skúla í nakrar mánaðir er ikki tað besta, sigur vinnan. Og so eru tað tey, sum hava fleiri smábørn, og tá er lættari at vera í Føroyum, sigur Heðin Mortensen, sum heldur tað vera gleðiligt, at ljós nú verður varpað á at fáa hesa útbúgvingina í Føroyum.

– Vit hava ótrúligar góðar rávørur bæði á landi og sjógvi, og vit hava nógvar sera góðar kokkar, sum evna sanna matlist. Men vinnan hevur tørv á enn fleiri kokkum. Vinnan sigur greitt, at tá ið lærlingarnir røkka ein ávísan førleika, so finst víðari útbúgvingin ikki í Føroyum í dag.

Útbúgvingin hóskar væl til Glasir

Skal nýggja kokkaútbúgvingin í Føroyum gerast sama sólskinssøga sum matstovurnar í høvuðsstaðarkommununi eru, skal útbúgvingin kunna kappast við líknandi útbúgvingar uttanlands, sigur borgarstjórin í Havn.

– Verður útbúgvingin løgd í Havn, her matstovurnar gerast alsamt fleiri og betri, so eru lærlingarnir í Havn alla tíðina og arbeiða støðugt í vinnuni alla lærutíðina. Hetta fer uttan iva at eggja fleiri ungum at velja matstovuvinnuna sum yrkisleið.

Heðin Mortensen heldur, at Glasir kann standa fyri útbúgvingini, og at hetta kundi verið víðkað til eisini at bjóða møguleikan at læra til móttøkufólk og tænara.

– Matgerð og tænasta eru handverk og list. Hesi hóska væl saman við hinum yrkisútbúgvingunum á Glasi. Eisini tí at tú við eini kokkaútbúgving kanst fara víðari og læra til serviceøkonom, sum longu verður boðið út á Glasi. Tað hevði givið eina góða synergieffekt at havt kokkaútbúgvingina aftrat á Glasi, sigur hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder