
Næmingarnir á Nám X í Eysturskúlanum í Havn hoyrdu í morgun um virksemið í Tórshavnar kommunu og um starvið sum borgarstjóri.
Tað var borgarstjórin sjálvur, Heðin Mortensen, sum hevði framløguna fyri næmingunum.
Bjarni Djurholm hevur Nám X um hendi, og hann hevur tikið stig til, at borgarstjórin aftur í ár gav næmingum á Nám X innlit í Tórshavnar kommunu og politiska arbeiðið í kommununi.
Seinast Heðin Mortensen vitjaði Nám X, greiddi hann frá um arbeiðið at gera Tórsvøll, hann greiddi frá um Brúnna um Sandá, um Skúlan á Fløtum og trappuna í Vágsbotni. Hetta eru alt verkætlanir, sum í dag eru lidnar, og sum skapa trivnað í býnum, skrivar Tórshavnar kommuna.
Nú eru nýggjar ætlanir fyri framman; alt frá grønum orkuloysnum til nýggjan stóran býling við Stórutjørn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald