Innanlands

Heðin Mortensen: Reyðbókin á Vaglinum skal bjargast

– Reyðbókin, sum stendur beint norðan fyri kioskina hjá Astu, hevur staðið har í 116 ár. Hetta hevur helst verið vakrasta træið á Vaglinum, men nú sær tað út til, at træið ikki hevur tað gott

2020-06-07 09:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Reyðbókin, sum stendur beint norðan fyri kioskina hjá Astu, hevur staðið har í 116 ár. Hetta hevur helst verið vakrasta træið á Vaglinum, men nú sær tað út til, at træið ikki hevur tað gott, sigur Heðin Mortensen, býráðslimur í Tórshavnar býráð, sum heitir á borgarstjóran um at bjarga trænum.

– Hetta, at træið ikki hevur tað gott, er mest sannlíkt orsakað av róttrupulleikum. Trø eru livandi og skulu hava luft og vatn og gott pláss til røturnar. Veit, at umstøðurnar hjá trænum eru broyttar síðan uppruna, tó trúgvi eg uppá, at við eini kønari hond og góðum átaki frá kommununi, er ein góður møguleiki fyri at fáa gróður íaftur træið, men hetta má gerast her og nú.

– Um ein hyggur eftir trænum beint nú, so roynir træið at anda, og smá bløð koma til sjóndar. Her kunnu vit ikki bara lata standa til, men eitt veruligt átak gerast til m.a. at loysa væl rundan um træið, so meira luft kemur til. Sum man sær á myndunum, er tað sera, sera kompakt rundan um træið, og tað er als ikki gott fyri vøksturin.

– Heiti tí á borgarstjóran, at vit øll í felag beinanvegin gera eitt gott átak og trúgva uppá, at tað ber til at bjarga reyðbókini, sum øll árini hevur verið eitt satt prýi fyri miðbýin, sigur Heðin Mortensen.

Trónd Hansen plantaði reyðbókina og fleiri trø millum kioskina, tinggarðin og Sparikassan. Træið fekk navnið ”Miusa træ” eftir Miu, dóttur Trónd Hansen og Stephaniu. Mia Trónd varð fødd í 1914 og doyði í 2003.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder