Mentan

Heiðrikur á Heygum letur listaframsýning upp í morgin

Hann sýndi fram í Toronto í november. Frá í morgin klokkan 15 verður sýnt fram í Müllers Pakkhúsi. Talan er um stórar vatnlitsmálningar, har Heiðrikur á Heygum hugleiður um kjøt - teir eru ymiskum føroyskum kjøti

Framsýningin letur upp í morgin fríggjadagin 31. mars klokkan 15. Opið er til klokkan 18, og soleiðis er opin hvønn dag fram til sunnudagin 9. apríl 2023.

Framsýningin letur upp í morgin fríggjadagin 31. mars klokkan 15. Opið er til klokkan 18, og soleiðis er opin hvønn dag fram til sunnudagin 9. apríl 2023.

2023-03-30 13:39 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Heiðrik á Heygum sýndi "Kjøt" fram í Toronto, Kanada í november. Nú er hendan
framsýningin komin til Føroya, og letur upp í morgin, fríggjadagin kl. 15 í Müllers Pakkhúsi.

Talan er um stórar vatnlitsmálningar, har Heiðrikur á Heygum hugleiður um kjøt, og hvussu vit royna at skilja kjøtið frá djórinum. 

- Í flestu londum verða djór dripin og slaktaði handan stongdar dyr. Vit skræða skinnið av teimum, og skifta tað út við glampandi plastikki. Reinsa kjøtið, so alt sær snotiligt út og tryggja at tað er uttan blóð, so tað ikki vekir nakað samvitskubit. Flest øll stórbýarfólk hava óivað sæð djórið í veruleikanum, og seta tað bert í samband við teirra yndiskjøt á navnaskeltinum í frystaranum. Er tað seyða-, apu- ella menniskjakjøt? Hvør er munurin?

- Tað er alt kjøt.

Hesir málningar eru av ymiskum føroyskum kjøti, ið bóndir hava alið og slaktað, pakkað og síðani selt á alnetinum.

Framsýningin letur upp í morgin fríggjadagin 31. mars klokkan 15. Opið er til klokkan 18, og soleiðis er opin hvønn dag fram til sunnudagin 9. apríl 2023.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder