Mentan

Heiðursgáva landsins til Eilif Samuelsen

Fyri mentanarligu avrikini fær Eilif Samuelsen Heiðursgávu landsins 2023. Heiðursgávan varð handað í Vestmanna í kvøld

Eilif Samuelsen og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna (Mynd: Sverri Egholm)

Eilif Samuelsen og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna (Mynd: Sverri Egholm)

2023-10-18 20:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur handað Eilifi Samuelsen, týðara, Heiðursgávu landsins 2023.

Í grundgevingini stendur millum annað soleiðis:

Eilif Samuelsen er útbúgvin lærari, og virksemi hansara sum týðari tók dik á seg í 2004, tá forlagið Hemlið gav út Játtanir Augustinusar eftir Aurelius Augustinus í føroyskari týðing.

At kunna lesa Platon og Aristoteles á føroyskum er ikki nøkur sjálvfylgja. Tað er ein gáva til okkum øll, og er at takka eldsálini og kappanum Eilifi Samuelsen fyri.

Fyri mentanarligu avrikini fær Eilif Samuelsen Heiðursgávu landsins 2023.

Heiðursgáva landsins er 75.000 kr., og hon verður latin fyri at hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.

Les alla grundgevingina HER

Les kvøða til Eilif Samuelsen frá Jógvan D. Hansen HER

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder