Innanlands

Heilbrigdi letur upp aftur mánadagin

– Vit harmast um at korona hevur tarnað avrúsingini hjá okkum, men samstundis gleðast almikið um at gongdin her heima hóast alt hevur verið so góð, at vit nú spakuliga kunnu byrja eina vanliga viðgerð aftur

Mynd: Heilbrigdi

Mynd: Heilbrigdi

2020-05-02 13:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Viðgerðarheimið Heilbrigdi á Velbastað tekur frá mánadegnum 4. mai aftur ímóti misnýtarum av rúsevnum. Hesum boðar Sjúrður Knudsen, leiðari, frá á heimasíðuni hjá viðgerðarheiminum.

– Meðan koronatilbúgvingin hevur verið, hava vit á Heilbrigdinum seinastu tíðina ikki tikið rúsevnismisnýtarar inn til avrúsing, men vit hava veitt ambulanta viðgerð yvir Internetið og telefonin hevur verið opin alt døgnið. Nú mynduleikarnir seta meira ferð á samfelagið, letur Heilbrigdi dyrnar upp aftur fyri misnýtarum, soleiðis at vit nú aftur taka móti misnýtarar til avrúsing og vanliga viðgerð annars.

– Vit harmast um at korona hevur tarnað avrúsingini hjá okkum, men samstundis gleðast almikið um at gongdin her heima hóast alt hevur verið so góð, at vit nú spakuliga kunnu byrja eina vanliga viðgerð aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder