
Hvussu skal rúsevnismisnýtsla tálmast og helst fyribyrgjast?
Hendan spurningin hava ymiskir myndugleikar javnan sett, og serliga seinastu árini hevur hetta verið uppi og vent.
Landsstýrið setti tíðiliga í 2021 ein arbeiðsbólk at gera eina heildarætlanin um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu
- Arbeiðið hevði verið meira krevjandi, enn mann væntaði, og at dentur hevur verið lagdur á at fáa lýst málið frá so nógvum vinklum sum gjørligt og at nýta ta vitan, sum longu finst í Føroyum.
Hetta segði løgmaður millum annað, tá hann fekk á munnligan fyrispurning á tingi frá Djóna Nolsøe Joensen tíðliga í februar.
Nú er ætlanin liðug, og hon verður løgd alment fram í Skálanum í Norðurlandahúsinum fríggjamorgunin 18. mars klokkan 08.30.
Hesum boðar Løgmansskrivstovan frá í skrivi í dag.
Gudrun Mortansdóttir Nolsøe, fulltrúi, leggur heildarætlanina fram vegna arbeiðsbólkin, áðrenn arbeiðsbólkurin handar løgmanni ætlaninan. Síðani vera spurningar og kjak.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald