Innanlands

– Heildarætlanin væntandi klár seinni í hesum mánaðinum

Tað er eitt ár síðan, landsstýrið setti ein arbeiðsbólk at gera eina heildarætlan um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í Føroyum, og í tinginum í dag varð løgmaður spurdur, hvussu gekk við arbeiðnum

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-02-02 19:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyri einum ári síðani varð ein arbeiðsbólkur settur at gera eina heildarætlan um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í Føroyum, og arbeiðsbólkurin leggur nú seinastu hond á frágreiðingina, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Tá munnligir fyrispurningar vóru á skránni í tinginum í dag, spurdi Djóni Nolsøe Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hvussu gekst við arbeiðnum við heildarætlanini, og nær mann kundi væntast at síggja nakað meira ítøkiligt til hetta.

Løgmaður segði, at arbeiðið hevði verið meira krevjandi, enn mann væntaði, og at dentur hevur verið lagdur á at fáa lýst málið frá so nógvum vinklum sum gjørligt og at nýta ta vitan, sum longu finst í Føroyum. Arbeiðsbólkurin hevur tosað við uml. 60 ymiskar bólkar, sum m.a. fevna um ymiskar myndugleikar, feløg, skúlar, læknar og foreldur.

Hann segði, at frágreiðingin hjá arbeiðsbólkinum er tætt við at vera endaliga liðug, og at hon eftir ætlan verður latin honum seinni í hesum mánaðinum. Síðani er ætlanin at skipa fyri einari ráðstevnu, har átøkini, sum verða lýst, verða viðgjørd, segði hann.

Løgmaður vísti m.a. á, at tá tað kemur til at steðga rúsevnismisnýtslu snýr tað seg ikki bert um at steðga innflutninginum, hóast meira kundi verið gjørt á hesum økinum, men eisini at steðga eftirspurninginum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder