placeholder
Innanlands

Heilsufrøðiliga: Korona spjaðist ikki við fiski

- Tað er higartil ikki staðfest, at matur og drekkivatn eru orsøk til smittu við koronavirus

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-06-16 08:06 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Heilsufrøðiliga Starvsstovan staðfestir nú, at matur og drekkivatn ikki hava verið orsøk til smittu við koronavirus.

- Tískil er fiskur tryggur at eta og útflyta til keyparalond, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan á heimasíðu síni.

Hetta verður staðfest eftir, at Kina hevur støðga innflutningi av eitt nú føroyskum og norskum alilaksi eftir at nýggir smittutilburðir við korona eru staðfestir í Kina. Illgruni er um, at smittan er komin við innfluttum matvørum, men hetta vísir Heilsufrøðiliga Starvsstovan nú aftur.

Soleiðis stendur at lesa á hfs.fo:

”Tað er SARS-CoV-2 virus, sum er orsøk til koronasjúku (COVID-19). Í høvuðsheitum spreiðist virusið við dropum í luftini, og kann síðani koma niður í andaleiðirnar hjá fólkið.

Virusið kann eisini spreiðast umvegis ymiskar yvirflatur so sum hurðalás, telefon, knappaborð, og um fólk við koronasjúku hosta í hondina og tískil spreiða virus við hondini.

Smittar matur?
Tað er higartil ikki staðfest, at matur og drekkivatn eru orsøk til smittu við koronavirus. 

Gott hondreinføri
Heilsufrøðiliga starvsstovan minnir á, at tað er umráðandi hjá borgarum og matvøruvinnuni at fylgja vanligum mannagongdum um persónligt reinføri. 

Sjúka
Tað er umráðandi, at starvsfólk, ið arbeiða við mati, ikki eru til arbeiðis, tá ið tey eru sjúk.” 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder