Í heyst kemur brasilski matvørumyndugleikin, MAPA, til Føroya á eftirlitsvitjan við tí endamáli at góðkenna Heilsufrøðiligu Starvsstovuna sum skikkaðan eftirlitsmyndugleika.
Brasilska vitjanin í Føroyum varir 10 arbeiðsdagar. Tvey eftirlitsfólk frá MAPA vitja og kanna Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, og saman við føroyskum umboðum verður farið á eftirlitsvitjan á 10 ymiskum fiska- og alivirkjum, verksmiðjuskipum og alibrúkum, skrivar heimasíðan hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
Á vitjanini skulu brasilsku myndugleikarnir kanna og góðkenna føroyska matvøruframleiðslu og eftirlitið hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, við tí fyri eyga at fáa ein regluligan føroyskan útflutning til Brasil í lag. Við væntaðu góðkenningini verður tað Heilsufrøðiliga starvsstovan, sum verður skikkaður eftirlitsmyndugleiki mótvegis myndugleikanum í Brasil, MAPA.
Føroysk virki, sum vilja útflyta fiskavøru og fiskaúrdrátt til Brasil, skulu boða Heilsufrøðiligu starvsstovuni frá innan 18. juni, soleiðis at Heilsufrøðiliga starvsstovan kann góðkenna og seta virkini á sonevnda Brasil listan. Virki, sum vilja útflyta til Brasil, skulu frammanundan vera á ES listanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald