Innanlands

Heilsufrøðiliga Starvsstovan: Fuglakrím aftur staðfest

58 fuglar eru kannaðir fyri fuglakrím, og ein var positivur – Tað var ein svartbak, sum varð funnin deyður í Sørvági 21. januar

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-02-23 14:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í desember 2021 varð boðað frá, at fuglakrím varð staðfest í Føroyum fyri fyrstu ferð.

Talan var um slagið HPAI H5N1, ið er sama slagið av fuglakrími, sum hevur verið í umferð í Evropa og eisini bleiv staðfest í skúgvi í Hetlandi á sumri 2021.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan heitti í hesum sambandi á fólk um at boða frá, um tey síggja deyðan fugl. Har tað var mett relevant, hevur sýni verið tikið av fuglunum.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan skrivar, at tilsamans 58 fuglar vórðu kannaðir fyri fuglakrím, ein av hesum var positivur. Talan er um ein svartbak, sum varð funnin deyður á sandinum í Sørvági tann 21. januar í ár.

Sostatt er framvegis ein ávísur vandi fyri, at villur fuglur kann smitta við fuglakrím. Heilsufrøðiliga starvsstovan vil tí halda fast í tilmælið um at ansa best møguligt eftir, at heimafuglur ikki kemur í samband við villan fugl.

Ætlanin er at fara undir eina yvirvøku av fuglakrím í villum fugli aftur í vár, og nærri verður kunnað um hetta seinni, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder