2021-08-19 16:28

Í sambandi við, at nátatíðin byrjar, kemur Heilsufrøðiliga Starvsstovan við einari áminning um nátasjúkuna. Í hesum sambandi hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan nøkur ráð til, hvussu ein kann fyribyrgja sjúkuna:
- Við veiðu av náta er umráðandi at verða ansin og hava gott arbeiðislag og reinføri, og nátar, ið síggja sjúkir, rak og ússaligir út, eiga ikki at verða tiknir.
- Tey, ið taka náta, eiga at vera í oljuklæðum og vaska tey og onnur klæðir, tey hava verið í, væl tá ið veiðan er av.
- Umráðandi er at vaska sær væl um hendurnar undir og aftaná veiðuna. Hendurnar eiga at verða vaskaðar, áðrenn tað verður etið ella ein festir sær í. Best er at skola hendurnar í kloraminvatni. Kloraminpulvur og leiðbeining um at loysa upp í vatni fáast á apotekinum.
- Av tí at fjarðarnar kunnu vera dálkaðar, er best um nátin verður skáldaður. Verða nátar royttir eigur at verða gott luftskifti har roytt verður. Eisini kunnu støvmaskur brúkast tá roytt verður.
- Fjarðar, innvølir, tóm kloraminíløt o.a frá nátaveiðuni skulu koyrast í plastposar og beinast burtur á góðkendum stað hjá IRF ella KOB.
- Tá nátin er royttur, skoldaður ella skrædlaður, er vandin fyri smittu lítil og eingin. Av tí at bakterian, sum gevur nátasjúku doyr við hitaviðgerð, er hon burtur, tá natin er kókaður ella stoktur.
- Um ætlanin er at selja nátar skal tað verða frá løggildum stað ella sambært Heimaframleiðslukunngerðini. Heilsufrøðiliga starvstovan mælir til, at teir eru skáldaðir ella royttir og ílignir. Teir kunnu sjálvandi eisini vera skrædlaðir.
Vanligu sjúkueyðkennini av nátasjúku er lungnabruni við skjálvta og fepri áleið 39 stig, turrur hosti og høvuðpína. Tann sjúki er ússaligur og ofta í ørviti.
Í summum førum kemur sjúkan líðandi og kann vera so lin, at hin sjúki nóg illa kennir seg sjúkan.
Heldur nakar seg hava fingið sjúkuna, ið vanliga byrjar 4-14 dagar eftir smittuna, verða tey biðin um beinanvegin at venda sær til lækna.
Meira kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald