Innanlands

Heilsumálaráðið fær 2,3 milliónir at nýta til kravt sóttarhald

Fíggjarnevnd Løgtingsins hevur í dag samtykt at játta peningin

Heilsumálaráðharrin fær nú beint yvir tvær milliónir krónur afturat til at nýta til koronaviðurskifti (Mynd: Sverri Egholm)

Heilsumálaráðharrin fær nú beint yvir tvær milliónir krónur afturat til at nýta til koronaviðurskifti (Mynd: Sverri Egholm)

2020-03-17 16:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í samband við íkomnu støðuna hevur Heilsumálaráðið  tørv á eyka fígging.

Landstýrið hevur ásett eitt ávíst tal av fólkum at fara í kravt sóttarhald, soleiðis at koronavirusið spreiðir seg sum minst í føroyska samfelagnum.

Hetta krevur penging, sambært Heilsumálaráðnum áleið 2,3 milliónir krónir. Kringvarpið skrvar, at fíggjarnevndin hjá Løtinginum hevur í dag játtað peningin, og at hann skal brúkast til fólk sum eru í kravdum sóttarhaldi -  teimum ið landið hevur álagt at fara í karantenu.

Sambært kvf.fo er talan um eina nýggja høvuðskontu í fíggjarlógini, sum eitur epidemitilbúgving. Hetta navnið skal Landstýrið broyta eftir umbøn frá Fíggjarnevndini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder