Innanlands

Heilsumálaráðið og Novo Nordisk Grunnurin gjørt samstarv um diabetesmiðstøðina

Heilsumálaráðið og Novo Nordisk Grunnurin eru nú farin undir eitt samstarv um at skipa eina diabetesmiðstøð í Føroyum. Tað yvirskipaða málið við samstarvinum er at leingja um livialdurin og betra lívsgóðskuna hjá fólki við diabetes og øðrum endokrinologiskum sjúkum

Diabetesmiðstøðin og samstarvið við Novo Nordisk Grunnin eru stór framstig fyri tey, sum hava endokrinologiskar sjúkur, og serliga fyri teir mongu føroyingar, sum hava diabetes, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum

Diabetesmiðstøðin og samstarvið við Novo Nordisk Grunnin eru stór framstig fyri tey, sum hava endokrinologiskar sjúkur, og serliga fyri teir mongu føroyingar, sum hava diabetes, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum

2021-06-11 09:31 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Novo Nordisk Grunnurin og Heilsumálaráðið hava góðkent eitt visjónsupprit, sum hevur til endamáls at styrkja átøkini innan diabetes og øðrum endokrinologiskum sjúkum í Føroyum. Snúningsdepilin í átøkunum verður komandi diabetesmiðstøðin, sum fer at verða sett á stovn.

Í samstarvinum millum Heilsumálaráðið og Novo Nordisk Grunnin verður dentur lagdur á at menna og styrkja viðgerðartilboð, tvørgeiraligt samstarv og gransking. Komandi diabetesmiðstøðin fer at hava ein týðandi leiklut til tess at fremja hetta í verki.

Verandi diabetesambulatoriið á Landssjúkrahúsinum fer at verða umskipað til eina diabetesmiðstøð, sum verður nevnd Steno Diabetes Centur Føroyar. Diabetesmiðstøðin verður partur av medisinska deplinum, á sama hátt sum diabetesambulatoriið longu er tað í dag. Eftir ætlan verður diabetesmiðstøðin tikin í nýtslu 1. januar 2023.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, fegnast um samstarvið við Novo Nordisk Grunnin og ikki minst um, at diabetesmiðstøðin nú fer at verða veruleiki.

– Diabetesmiðstøðin og samstarvið við Novo Nordisk Grunnin eru stór framstig fyri tey, sum hava endokrinologiskar sjúkur, og serliga fyri teir mongu føroyingar, sum hava diabetes. Vit hava sum er eina góða og vælskipaða diabetesviðgerð, men við hesum samstarvinum fara vit at fáa nógv betri orku og møguleikar at styrkja og menna hetta enn meira.

Novo Nordisk Grunnurin leggur stóran dent á at stuðla gransking, og tá tað kemur til gransking innan heilsu- og læknavísund eru Føroyar nakað serstakt. Fólkatalið í Føroyum er avmarkað, og harafturat eru føroyingar væl skilgreinaðir bæði landafrøðiliga og arvafrøðiliga.

Umframt tann søguliga stuðulin til Steno Diabetes Center í Gentofte, er Novo Nordisk Grunnurin farin undir eitt samstarv við bæði tær fimm donsku regiónirnar og Grønland um diabetesmiðstøðir.

– Eg gleðist um, at tað nú verður gjørligt at uppbyggja eitt Steno Centur í Føroyum, so vit fáa tað best møguliga byrjanarstøði at viðgera og fyribyrgja diabetes og diabetestengdar sjúkur hjá fólki í øllum ríkisfelagsskapinum. Harafturat koma nakrir sera spennandi møguleikar fyri at stuðla gransking, sum tekur støði í føroyska fólkinum, og sum m.a. kann spæla saman við teimum góðu royndunum, Føroyar hava við Ílegusavninum og FarGen-verkætlanini, sigur Mads Krogsgaard Thomsen, stjóri Novo Nordisk Grunninum

Martin Ridderstråle, Senior Vice President í Novo Nordisk Grunninum, gleðir seg til at fara undir ítøkiliga arbeiðið við at seta diabetesmiðstøðina í verk.

– Tað er ein týdningarmikil merkisvarði, at báðir partar nú hava góðkent visjónina fyri einum Steno Diabetes Sentri í Føroyum. Vit gleða okkum til tað framhaldandi samstarvið, sum snýr seg um at ítøkiliggera innihaldið í diabetesmiðstøðini í samstarvi við viðkomandi partar.

Visjónsuppritið millum Heilsumálaráðið og Novo Nordisk Grunnin, nevnt Vision for styrket diabetes og anden endokrinologisk indsats på Færøerne. Etablering af Steno Diabetes Center Færøerne, kann lesast her.

Um Novo Nordisk Grunnin

Novo Nordisk Grunnurin er ein danskur vinnulívsgrunnur, sum hevur tvey høvuðsendamál: 1) at vera eitt haldgott grundarlag undir tí vinnuliga og granskingarliga virkseminum, sum verður rikið av vinnufeløgunum í Novo Bólkinum; og 2) at stuðla vísindaligum, humaniterum og sosialum endamálum.

Visiónin hjá Gunninum er at lata eitt munandi ískoyti til gransking og menning, sum betra lívið hjá fólki og burðardygdina í samfelagnum. Síðani 2010 hevur Grunnurin býtt út meira enn 30 milliardir krónur, fyrst og fremst til gransking innan almennar vitanarstovnar og sjúkrahús í Danmark og í hinum norðanlondunum og harafturat til viðgerð og at fyribyrgja diabetes. Les meira á www.novonordiskfonden.dk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder