Tað er framvegis ’Skjót og góð heilsuviðgerð’, sum hevur størsta týdning, tá føroyski veljarin skal seta sín kross á atkvøðuseðilin til løgtingsvalið í morgin.
Tað vísir kanningin, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin. Sonevndu hjartamálini vóru við í kanningini, sum varð gjørd hesa vikuna, og her verða veljararnir spurdir um at velja út tey trý málini, sum hava størsta týdning fyri tey, tá krossurin skal setast.
Og úrslitið av kanningini, sum varð gjørd fýra dagar undan valinum, var ikki so nógv øðrvísi enn í undanfarnu kanning. ’Heilsuviðgerðin’ fær flest atkvøður framman fyri ’umsiting av fiski- og alivinnu’ og ’loysnir á bústaðartrotinum’ á triðja plássi.
Hesaferð fekk ’heilsan’ 50 prosent, sum er nakað minni enn seinast, meðan ’ali- og fiskivinnan’ fær nakað meira.
Stóra broytingin í mun til somu kanning tá hon varð gjørd 30. juni er, at 23 prosent av teimum spurdu nú siga ’skipan av ferðavinnuni’. Á seinastu kanning vóru tað bert 12 prosent, sum valdu henda møguleikan.
Júst hetta málið hevur fylt rættiliga nógv í valstríðnum hesar seinastu vikurnar, og er helst orsøkin til, at veljarin nú leggur størri dent á júst henda spurning nú.
Tá hugt verður eftir hvussu kynini velja, so er tað framvegis eyðsýnt, at kvinnur raðfesta heilsuna ovast meðan menninir raðfesta fiskivinnuna. Og at kvinnurnar raðfesta pensjónina meðan menninir raðfesta skattin.
Tá hugt verður eftir aldursbýtinum, so sæst týðuliga, at yngru veljararnir raðfesta bústaðarmøguleikarnir, meðan teir eldru raðfesta pensjónsviðurskiftini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald