Innanlands

Heim fyri seinheilaskadd í Klaksvík

Nýggi depilin letur upp í januar 2023, og fer at hava 15 íbúðir

(Mynd: Almannamálaráðið)

(Mynd: Almannamálaráðið)

2021-08-28 19:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna, helt í gjár røðu til hátíðarhaldið, nú arbeiðið at gera nýggjan depil fyri fólk við seinheilaskaða byrjar.

Nýggi depilin, sum eftir ætlan letur upp í januar 2023, kemur at veita eitt heildartilboð til borgarar við seinheilaskaða. Staðsetingin er í Klaksvík á Stangavegi 53, og arbeiðið at umbyggja bygningin er farið gongd. Talan er um gamla Nema bygningin, sum P/F Christian í Grótinum hevur keypt. Felagið hevur gjørt sáttmála við P/F Kanjon um at innrætta húsini til ætlaða leigumálið.

Talan verður um 15 íbúðir, har borgarar koma at fáa fastan bústað, búgva í eitt longri tíðarskeið ella koma til umlætting eitt styttri tíðarskeið. Íbúðirnar vera í ymsum støddum, umframt at atgongd eisini verður til felags køk og stovur.

Røðan sum Elsebeth Merces Gunnleysóttur helt í gjár, kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder