Innanlands

Heimagjørdar ‘bumbur’ órógva

Borgarar í Havn hava ampa av staniol og frárenslureinsara - kunnu geva brøllan brest frá sær

2024-12-12 09:43 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ungfólk í høvuðsstaðnum hava fingið áhuga fyri einum serligum máta at framleiða heimagjørdar ‘bumbur’, sum geva ein ógvuliga hvøllan brest frá sær.

Í gjárkvøldið var ein slíkur brestur í Havn, og hetta er ikki tann fyrsti av sínum slag. Tað snýr seg um at stappa staniol – ‘súllpappír’ – niður í eina plastfløsku saman við frárenslureinsara/’afløbsrens', og síðan skrúva proppin væl á.

Ein evnafrøðilig tilgongd fer í gongd niðri í fløskuni, sum ger at trýstið í fløskuni økist so ógvusliga, at plastfløskan at enda spreingist við einum hvøllum bresti. Uppskriftir til hvussu hetta verður gjørt, eru lættar at finna á netinum.

Í hesum sambandi hevur løgreglan eina áheitan á handilsfólk, sum selja staniol og frárenslureins:

- Er talan um børn, sum keypa slíkar vørur, so eiga tey at spyrja um hvat tey skulu brúka tað til, og kanska umhugsa at sýta fyri at selja teimum vørurnar, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun.

Seinasta samdøgrið hevur annars verið friðarligt hjá løgregluni. Í gjárkvøldið varð boðað frá eldsbruna í eini ruskspann við Sankta Frans skúla í Havn. Eldurin var skjótt sløktur, og tað var ongantíð vandi á ferð, tí eldurin kundi ikki breiða seg, upplýsir vaktleiðarin. 

(Tekstur broyttur kl. 11.08. Vit skrivaðu upprunaliga, at hesar 'bumbur' ikki eru vandamiklar, men lesari ger okkum varug við, at frárenslureins er sterk basa, sum er sera vandamikið, um onkur fær tað í eyguni)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder