Heimamissiónsforlagið hevur í nógv ár útgivið og selt kristiligar bøkur, eitt nú á nethandlinum www.manna.fo. Seinastu 10 árini hevur útgávuvirksemi verið ein munandi minni partur enn áður, men nú verður gongd sett á hetta aftur.
Hetta skrivar Trúboðin á heimasíðu sínari, har tað samstundis verður kunngjørt, at Kristianna Johannesen er farin upp í tíð. Seinastu árini hevur hon starvast hálva tíð sum skrivstovufólk hjá Kirkjuligu Heimamissiónini - framyvir fer Kristianna at hava ábyrgd av at menna sølu- og útgávuvirksemi hjá Heimamissiónsforlagnum.
- Uppraðfestingin inniber eitt nú, at vit vilja fáa meira lív í Heimamissiónsforlagið aftur – at fáa forlagsnevnd setta aftur, útgeva meira føroyskt tilfar, skapa áhuga fyri kristiligum lesnaði og vaksa um sølu av kristiligum bókum v.m. Forlagið selur nógvar góðan kristiligan lesnað á føroyskum, donskum og øðrum málum, ið hava evangeliserandi, andligan og uppbyggjandi týdning fyri ein hóp av fólki í Føroyum. Síðan forlagið varð stovnað, hevur forlagið eisini givið út hópin av góðum bókum á føroyskum.
Í 2023 vóru tað júst 200 ár síðani, at skjøtur varð settur á at fáa føroyska bíbliu- Í dag hava vit fleiri bíbliutýðingar og stórt úrval av kristiligum bókum á okkara egna móðurmáli. Trúboðin skrivar, at man millum annað vil arbeiða fyri at týða og geva út meira tilfar á føroyskum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald