Mentan

Heimildarfilmur: Eitt ár í Føroyum

Heimildarfilmurin hjá fraklendinginum Lucas Frayssinet verður vístur í Norðurlandahúsinum 31. mai, og sýningin er ókeypis

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-05-22 09:59 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hvat eyðkennir Føroyar og føroyingar? Hvat leggja útlendingar til merkis, tá teir vitja oyggjarnar? Júst hetta greiðir heimildarfilmurin Eitt ár í Føroyum, sum fraklendingurin Lucas Frayssinet hevur leikstjórnað.

Heimildarfilmurin vísir Føroyar og føroyingar í eitt ár við øllum tí, sum har hoyrir til av náttúru, mentan og ljósum summarnáttum til myrkan vetur.

Filmurin verður sýndur í Norðurlandahúsinum 31. mai kl 17.30 og er ókeypis. Tó er neyðugt við tilmelding, sum kann gerast á nlh.fo.

Filmurin er franskur og er tekstaður til føroyskt.

Norðurlandahúsið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder