Uttanlands

Heimsbankin: Skaðar fyri 241 milliardir krónur í Turkalandi

Men enduruppbyggingin kann enda við at kosta tvær ella tríggjar ferðir so nógv

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-02-27 14:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Jarðskjálvtarnir, sum raktu Turkaland fyrst í hesum mánaðinum hava kravt nógv mannalív og havt við sær nógvar oyðileggingar.

Sambært heimsbankanum er talan um materiellar skaðar fyri 34,2 milliardir dollarar (241 milliardir krónur), men enduruppbyggingin kann enda við at kosta tvær ella tríggjar ferðir so nógv.

Jarðskjálvtarnir høvdu eisini við sær nógvar oyðileggingar í Sýria, og fer heimsbankin at koma við einari meting um støðuna í Sýria í morgin, skrivar Reuters.

Jarðskjálvtarnir 6. februar, sum máldu ávikavíst 7,8 og 7,5 á Richter-stiganum, hava kravt í minsta lagi 44.300 mannalív í Turkalandi.

Les eisini: Enn ein jarðskjálvti hevur rakt Turkaland

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder