Hóskvøldið 25. januar verða tvær serstakar konsertir í Listastovuni í Miðvági við Teitur/Kresten/Jonas Trio og Utheim.
Teitur/Kresten/Jonas trio hevur sína frumframførslu á palli hetta kvøldið. Teir hava áður samstarvað í øðrum samanhangi men ikki framført saman sum trio áður, og verður hetta tann einasta konsertin við teimum trimum saman.
Kresten Osgood er kendur danskur trummuspælari, sum hevur útgivið 50+ plátur og er nevndur at vera "tað besta, sum er hent innan danskan jazz í 25 ár".
Teitur nýtist onga stóra introduktión, tá flestu okkara vita hvør hann er, og kenna útgávur hansara. Hann hevur m.a. skrivað verk fyri DR Symfoniorkestrið og spælt yvir 1000 konsertir kring allan heimin.
Jonas Struck er ein donsk rokkstjørna og er kendur sum gittaristur í bólkinum Swan Lee. Hann er tó eisini ein viðurkendur filmskomponistur í Danmark.
Teitur/Kresten/Jonas Trio:
Kresten Osgood - trummur
Teitur Lassen - klaver
Jonas Struck – gittar
Utheim
Onnur konsertin er við bólkinum Utheim. Hetta er ein folk/pop bólkur úr Oslo.
Forsangari og sangskrivari Ørjan Utheim vil við bólki sínum seta ljós á kenslur sum vit flestu kunnu relatera til. Tann endaleysi kampurin um at hava hjarta sítt á rætta stað, og at finna sítt pláss í stórbýnum eftir at hava flutt frá útjaðaranum.
Tónleikurin hjá Utheim fær íblástur frá egnum lívsroyndum og tónleikarum sum t.d. Thomas Dybdal, Bon Iver, Flyte og Jonas Alaska.
Limirnir í bólkinum hava allir sína bakgrund í jazz tónleikinum, hettar viðførir ein spontanitet, orku og enthusiasmu til tónleikin, ikki heilt ólíkt Joni Mitchell tá hon spældi við Pat, Jaco og Brecker seint í 70'inum.
Utheim:
Ørjan Utheim - sang
Oddur Joensen - gittar
Sigurd Ose - keys
Harald Frøyland - bass
Sivert Stensø - trummur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald