Heimsheilsustovnurin, WHO fylgir støðuni í Danmark, har eitt serligt slag av koronavirus er funnið, sum hevur tilknýtið til minkar.
Á Twitter skrivar Heimsheilsustovnurin, at hann samskiftir við myndugleikar í Danmark fyri at finna útav meira um støðuna.
Danska stjórnin gav í gjár boð um, at allir minkar í Danmark skulu drepast.
Les eisini: Fólk í Norðurjútlandi sleppa ikki út um kommunumark
Orsøkin er, sigur danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, at tey koppingarevnini, sum verða ment í løtuni, ikki kunnu geva eina góða verju móti hesum slagnum av korona, og kann tað fáa avleiðingar fyri handfaringina av covid-19 farsóttini í øllum heiminum.
Søgan um minkarnar í Danmark hevur eisini, sambært Ritzau, vakt ans kring heimin.
Bæði bretska tíðindastovan Reuters, franska AFP, amerikanska AP og týska dpa hava skrivað um støðuna, sum eisini er umrødd í stórum útlendskum miðlum sum BBC, The Guardian, CNN og New York Times.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald