Fleiri lond hava longu latið upp fyri koppsettum ferðafólkum ella boðað frá ætlanum um at gera tað. Eitt nú í Estlandi og Íslandi sleppa koppsett ferðafólk undan sóttarhaldi við komu, meðan tey í eitt nú Tailandi og Grikkalandi arbeiða við einari líknandi skipan.
Koppsett fólk í Ísrael hava eisini fleiri atkomumøguleikar enn tey, sum ikki eru koppsett.
Men Heimsheilsustovnurin, WHO heldur tað ikki vera rætt at seta í verk krav um eitt sonevnt koppsetingarpass.
Fyribils niðurstøðan hjá Heimsheilsustovninum, sum varð almannakunngjørdur í farna mánað, er, at myndugleikar og flutningsfeløg ikki skulu seta í verk krav um koppsetingarprógv fyri at ferðast millum lond.
Orsøkin er, sigur stovnurin, at har framvegis er týðandi óvissur um, hvussu munadygg koppseting er í at steðga víðari smittu.
Harumframt skal eisini havast í huga, at nøgdin av tøkum koppingarevni er avmarkað, og um ferðandi fáa framíhjárættindi til koppseting, kann tað hava við sær, at har ikki verður nóg mikið av koppingarevni til tey, sum eru í vanda fyri at gerast álvarsliga sjúk við covid-19, sigur Heimsheilsustovnurin.
Stovnurin mælir eisini frá, at loyva koppsettum at sleppa undan at fylgja øðrum smittufyribyrgjandi tiltøkum.
Í Føroyum verða øll – bæði koppsett og ókoppsett – biðin um at halda tilmælini hjá myndugleikunum, men frá 1. apríl sleppa ferðafólk, sum eru vorðin liðugt koppsett minst átta dagar áðrenn komu, undan at fylgja tilmælinum um heimauppihald í seks dagar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald