Innanlands

Skumpaður inn í ein durakarm á skeinkistaði

Maðurin fekk skaða í andlitið og hevur meldað pesónin, sum skumpaði hann um vikuskifti. Ein bilur fór í gjár útav tætt við Skálabotn

2025-11-05 11:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eitt harðskapsmál var í Havn um vikuskiftið, sum nú er meldað. Hetta fór fram á einum skeinkistaði.

Ein maður varð skumpaður soleiðis, at viðkomandi kom inn í ein durakarm við andlitinum fyrst. Talan var ikki um stóran skaða, men talan er um harðskap, og  týsdagin varð málið meldað.

Løgreglan veit ikki heilt, hvør maðurin ið skumpaði var, men hin skumpaði er avhoyrdur, og málið verður kannað í løtuni.

Vaktleiðarin sigur, at man í løtuni hyggur uppá, um vakmyndatól var á staðnum, sum kann hjálpa.

Fóru útav vegnum

Eitt sonevnt soloóhapp fór fram við Skálafjørðin í gjár.

Tvey fólk vóru í einum bili, sum fór útav vegnum á strekkinum millum Skipanes og Skálabotn. Bilurin koyrdi inneftir, tá hendingin fór fram.

Tað var ikki vegna hálku, og rúsdrekka var ikki uppí – møguliga meira ósketni. Fólkini vóru sloppin úr bilinum, tá løgreglan kom á staðið, og vórðu tey harfrá flutt á Landssjúkrahúsið. Talan var ikki um álvarsaman skaða.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder