
Heimsins máttmiklasta sjóvarfalsturbina verður verkið kallað, sum um vikuskiftið kom fram til Orknoyggjar, og sum í næstum verður knýtt at elkervinum á oyggjunum. Tað varð sleipað til Orknoyggjar úr Dundee í Skotlandi, har tað er bygt.
Orknoyggjar verður mett sum eitt av støðunum í heiminum, har sjóvarfallið er harðast, og tí hevur skotska felagið Orbital Marine Power sett seg niður í oyggjunum, ið liggja beint norðan fyri Skotland.
Talan er um eitt flótandi verk, sum verður lagt í streymharðan sjógv. Undir hesum langa flótandi skrokkinum eru tvær myllur á tveimum ørmum, ið kunnu regulerast upp og niður.
Ætlanin er at hetta verkið, kallað Orbital O2 skal leggjast í Fall of Warness nærhendis býin Stromness, har granskingardepilin The European Marine Energy Centre, EMEC, eisini heldur til.
O2 verður í næstum knýtt til el-netið í Orknoyggjum, og so er ætlanin at prógva, at henda tøknin kann brúkast til ravmagnsframleiðslu úti á streymasjógvi.
Ætlanin hevur verið í gongd í 15 ár, skrivar orknoyska blaðið, The Orcadian. Verkið vigar 680 tons, og turbinurnar framleiða 2 megaWatt og talan er sostatt um størstu turbinu av sínum slag í heiminum.
Eftir ætlan skal hetta verkið vera ført til at veita ravmagn til 2.000 vanlig bretsk húsarhald, og tað merkir, at eitt slíkt verk kann spara umhvørvinum fyri 2.200 tonsum av koltvísúrni.
Felagið, sum stendur fyri hesum streymorkuverkinum er Orbital Marine Power, sum heldur til í Orknoyggjum og Edinburgh.
Flótandi skrokkurin er 74 metrar langur og á tveimum ørmum undir skrokkinum eru tvey mylluhøvd, nacellur, sum kunnu framleiða 1 megaWatt hvør. Tvær mylluveingir, 10 metrar til longdar, eru á hvørjum mylluhøvdi. Myllurnar taka sostatt megi frá einum øki á 600 fermetrar, verður sagt.
Flótandi verkið verður ankrað fast á staðnum við sterkum ketum.
Til sammetingar kann sigast, at drekarnir, sum eitt svenskt felag hevur liggjandi í Vestmannasundi í samstarvi við Sev, framleiða 110 kiloWatt. Fyritøkan, Minesto, sigur tó, at ætlanin er at koma upp á eindir, ið kunnu framleiða 1,2 megaWatt
Meira um O2 og Orbital Marine Power her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald