2020-03-04 20:38
Tórshavnar kommuna hevur í dag fingið áheitan frá dagstovnaleiðaranum í Nólsoy um at heita á borgarar um at halda seg burtur frá tí, sum fyri nøkrum døgum síðani var ein fótbóltsvøllur mitt í bygdini.
Nú er grót um allan vøllin. Tað hendi í ringa veðrinum, sum vit høvdu um vikuskiftið.
Arbeiðið við at rudda grótið burtur og at kanna hvørjar umvælingar, sum kunnu gerast á vøllin er í gongd.
Tórshavnar kommuna heitir tí á øll um at halda seg burtur frá økinum - og somuleiðis verður heitt á foreldur um at halda børnunum burtur frá økinum, til ruddingararbeiðið er liðugt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald